Enn eingin avtalað um at møtast aftur

Politikkur12-09-2019 - 12:20 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 23 í gjárskvøldið kom Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, út til miðlarnar har hann segði at tey nú fóru til hús, og høvdu ikki avtalað nakað um at møtast aftur.

Á middegi í dag hava formenninir framvegis ikki avtalað um at møtast aftur.

Sum vit skiltu á fleiri tingfólkum í gjár, so eru flokkarnir samdir um tað sum stendur í samgonguskjalinum, men flokkarnir eru ósamdir um málsøkjabýti.