Enn ein nýggjur eiturkoppur funnin

top20-10-2021 - 22:58 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár fann Sóley Debes Simonsen hendan flotta eiturkoppin á arbeiðisplássi sínum í Havn, hann var komin inn í landi við vørðu, mest sannlíkt frukt, hettar er fyrsta skrásetingin av hesum eiturkoppa slagnum í Føroyum.

Latínska navni á eiturkoppinum er Tibellus oblongus og í Danska eiturkoppa navnalistanum er hann nevndur Græsbladsedderkop, hann er at finna í Europa, Afrika, Australia og Amerika, tað eru meira enn 50 ymisk sløg av Tibellus eiturkoppun í heiminum.

Orð og mynd: Rodmund á Kelduni