Enn ein matstova í Vágum

Myndir23-06-2018 - 21:47 - Jóanis Albert Nielsen

Hósdagin í síðstu viku lótu Elin Johannesen og Prem Haldankar saman við Regin Davidsen eina matstovu upp í Sørvági, matstovan er í hølunum sum Cafe Sólva var í t.v.s. gamla handlinum hjá Hentzar Weihe.

Vit á jn.fo vóru í nýggju matstovuni Café Zorva í kvøld, hølini matstovan er í eru hugnalig við góðum útsýni út yvir Sørvágsfjørð.

Elin er úr Miðvági, men hevur sett búgv í Sørvági saman við Prem, sum er úr India. Næstan beint eftir at tey funnu saman, so byrjaðu tey at spæla við tankan um at hava eina matstovu. Prem hevur altíð vilja átt sína egnu matstovu, men ikki fyrr enn nú fýra ár eftir at tey funnu saman hava tey funnið eitt nøktandi hølið.

Elin sigur við jn.fo, at tey hava leita í øllum bygdinum í Vágum eftir hølum, men tá ið so Café Sólva valdi at gevast stóð teimum í boði at fáa tey hølini, og tóku tey av beinavegin.

Ein kann seta sær spurningin, um tað eru ov nógv støð har man kann keypa sær ein bita í Vágum nú, men tað heldur Elin ikki, ella ikki tá ið hugsað verður um Sørvág.

Í Vágum eru nú hesi støðini tað ber til at keypa sær ein bita:

Asian Food Truck, Broadway, Smiðjan, Hotel Vágar, Café Fjørðoy, Café Manna og Café Zorva, afturat teimum 7 eru sjálvandi eisini tær báðar benzinstøðurnar.

Elin sigur, at hon heldur sjálv at tað er tørvur á Café Zorva í Sørvági, tí í Sørvági vóru bert Hotel Vágar og Café Fjørðoy har man kundi keypa sær ein bita um kvøldi, og í vikuskiftunum er Café Fjørðoy stongt.

Elin sigur víðari, at fólk hava tikið sera væl móti nýggju matstovuni Café Zorva, og hava tey eisini fingið góðar afturmeldingar.

Eftirsum tað er HM fótbóltur á skránni fyri tíðina valdi yvirritaði at royna eina World Cup Special pizza, og sigast má at hon smakkaði avbera væl.

Í Café Zorva kann man m.a. keypa sær pizza, burgara, wraps o.a.

At byrja við hevur matstovan opið frá klokkan 17-22 týsdag til leygardag. Sunnudag er opið frá klokkan 14 til 22. Mánadag er stongt.

Sunnudagar eru ymiskir heitir rættir at fáa.

Tá ein tíð er fráliðin ætla tey at lata upp fyrr um dagin, og tá kemur indiskur matur eisini á skránna.