Endurvenjingartænastan betur samskipað millum geirar

politikkur24-03-2017 - 17:01 - Jóanis Nielsen

Nýggjar kunngerðir skulu tryggja betur samstarv millum sjúkrahúsini, Almannaverkið og kommurnar. Endamálið er at borgarin fær eina betur og meira samanhangandi endurvenjingartænastu, siga landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg.

---

Í «Tilmælinum um samskipaða endurvenjing» frá juni 2016, verður mælt til at áseta reglur í kunngerð um endurvenjing bæði innan sjúkrahúsverkið og almannaverkið, soleiðis at endurvenjingartænasturnar til borgaran kunnu verða samskipaðar.

Í kunngerðunum, sum vórðu lýstar í dag, er ásett at sjúkrahúsverkið og almannaverkið skulu samstarva sínámillum og við kommunurnar til tess at tryggja, at borgarar fáa nøktandi endurvenjing, tá ábyrgdin skiftir millum geirar.

Arbeiðsbólkurin, ið skrivaði «Tilmælið um samskipaða endurvenjing» frá juni 2016, gjørdi uppskot til kunngerðir, ið skuldu gera viðurskiftini greiðari í mun til endurvenjingina innan sjúkrahúsverkið og endurvenjingina innan almannaverkið. Arbeitt hevur síðani verið við at nágreina orðingarnar í kunngerðunum, og kunngerðirnar eru nú klárar til at seta í gildi.

- Endurvenjingin er avgerandi fyri at fáa fólk at koma seg eftir skaða. Vit hava fleirtáttað tilboð á sjúkrahúsøkinum, á almannaøkinum og kommunurnar taka eisini stór tøk. Hesi tilboð hava tó ikki altíð verið nóg væl samskipað og tí fær borgarin ikki altíð eina samanhangandi tænastu. Nýggju kunngerðirnar skulu bøta um samstarvið millum geirarnar, siga Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen í viðmerkingar.

Tær vísa tó somuleiðis á, at neyðugt er at fáa størri játtan til vega til endurvenjing.

Neyðugt við størri játtan til endurvenjing

Í omanfyrinevnda tilmæli varð mælt til, at játtan verður sett av á fíggjarlógini, soleiðis at neyðug endurvenjingartilboð kunnu mennast og setast í verk. Víst varð á, at hópur av endurvenjingartilboðum vanta í løtuni. Av tí, at tað tekur tíð at uppbyggja nýggj tilboð, soleiðis at hesi verða so dygdargóð sum gjørligt, varð mælt til, at peningur so líðandi varð settur av á fíggjarlógini til endamálið.

Leggjast kann aftrat, at í løtuni verður síðsta hond løgd á ein faldara, sum kunnar borgaran um hvørji tilboð eru innan endurvenjing í Føroyum. Hetta soleiðis at allir borgarar fáa sama møguleika fyri at fáa lut í teimum endurvenjingartilboðum, sum eru.

Almannamálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið