Endurmenning (rehabilitering) til allar aldursbólkar

Politikkur05-08-2019 - 23:43 - Jóanis Albert Nielsen

Tað at kunna vera virkin í gerandislívinum og á arbeiðsmarknaðinum er ein rættur, vit øll eiga at hava. Kanningar vísa, at verður tú avskorin frá arbeiðslívinum og sosialari samveru, kann hetta hava sera neiligar avleiðingar fyri teg sum menniskja, bæði fysiskt og mentalt. Jú longritú ert avskorin frá arbeiðslívinum, tess verri er tað og longu eftir 6 mánaðum kennast neiligu avleiðingarnar.

Í 2012 bleiv lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk samtykt í løgtinginum við einum breiðum meiriluta. Endamálið við lógini er at geva fólki ein møguleika at koma aftur í arbeiðslívið hóast sjúku, tarn, sosialar avbjóðingar eins og sálarligir. Lógin, sum nú hevur virkað í nøkur ár, hevur verið eitt gott amboð at geva fólkum ein møguleika at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum í teimum ymsu fyriskipanunum, sum lógin heimilar, eitt nú tillagað starv og virknisvenjing.

Tó er tað ein bólkur í okkara samfelag, sum vit ikki hava verið nóg góð til at røkka. Hetta eru fólk, sum hava fingið arbeiðsskaðar, fingið blóðtøpp, verið úti fyri ferðsluvanlukku o.ø., sum ger tað trupult yvirhøvur at fóta sær aftur og virka til fulnar aftur i vanliga gerandislívnum.

Kommunurnar hava í dag fulla ábyrgd av eldraøkinum. Í Tórshavnar kommunu hava vit samtykt at byggja ein nýggjan umlættingar- og rehabiliteringsdepil til eldri yvir 67. Endmálið er at geva okkara eldru borgarum við mistum førleikum eitt sjálvstøðugt og meiningsfult lív við best møguligum funktiónsmøguleikum. Hetta er fyrstu ferð, at stovnur av slíkum slag verður bygdur í Føroyum, har eldri fólk kunnu fáa miðvísa venjing frá serkønum í longri og stytri tíðarskeið, fáa heilsugóðan mat og harvið koma fyri seg aftur.

Vit eiga sjálvsagt eisini at veita borgarum undir 67 ár endurmenning og rehabilitering. At veita endurmenning til borgarar undir 67 er ein landsuppgáva. Sum samfelag seta vit nógv fyri at bjarga mannalívum, men vit eru í heila tikið ikki nóg góð til at geva hesum menniskjum eitt virðiligt lív eftir at sjúka hevur rakt ella um viðkomandi hevur verið fyri álvarsligum óhappi.

Endmálið við endurmenning ella rehabilitering er at geva menniskjum við skerdum førleikum eitt sjálvstøðugt og meningsfult lív hóast tarn. Sjóneygan verður sett á, hvussu tann einstaki er førur/før fyri at vera virkin í gerandislívinum og at kunna luttaka í samfelagnum hóast skerdan førleika. Tí liggur tað mær at hjarta, at

  • Endurmenningarmiðstøðir verða bygdar kring alt landið
  • Endurmenning verður veitt øllum aldursbólkum
  • At rættur til endurmenning verður staðfestur við lóg
  • Greið endurmenningarætlan verður veitt øllum, ið hava tørv á hesum

Tað ræður um at geva øllum borgarum okkara so góða lívsgóðsku sum gjørligt, soleiðis at øll kunnu fáa eitt virkið og innihaldsríkt gerandis- og arbeiðslív. Gransking vísir eisini, at umframt at hetta er gott fyri tað einstaka menniskja, so er tað eisini samfelagsliga og búskaparliga skilagott. Hesum vil eg virka fyri, um eg fái tykkara álit á komandi løgtingsvali

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið