EM-undandysturin hjá A-landsliðnum hjá monnum verður í Føroyum

ítróttur30-09-2020 - 16:02 - Jóanis Nielsen

EHF hevur í morgun boðað Hondbóltssambandinum frá, at orsakað av korona-støðuni í Danmark, og teimum krøvunum, sum EHF setur til fyriskipanina av dystum í løtuni, kann EM-undandysturin millum Føroyar og Kekkia, sum upprunaliga skulda spælast í Aarhus, mikudagin, 5. november, spælast í Føroyum.


Eftirsum at tað ikki eru umstøður í Føroyum til at hýsa A-landsdystum hjá monnum í EM-undankappingini var annars ætlanin, at dysturin skuldi spælast í Aarhus sama dag, sum dysturin millum Danmark og Sveis. Men eftir at korona-tølini í Danmark hava gingið skeiva vegin, og EHF hevur hert krøvini til smittufyribyrging í sambandi við tílíkar dystir, hava HSF, DHF, og EHF umrøtt støðuna saman. Niðurstøðan var, at EHF undir hesum heilt serligu umstøðunum er sinnað at síggja burtur frá hallarkrøvunum og lata Føroyum eitt undantaksloyvi at hýsa dystinum heima í Føroyum.

EM-undandysturin verður sostatt mikudagin 4. november í Høllini á Hálsi.