EM-Flogbóltur: U 17 landsliðsbólkur dreingir endaliga úttikin

ítróttur21-12-2018 - 10:02 - Jóanis Nielsen

U 17 landsliðið hjá dreingjum skal í døgunum 10. – 14. januar 2019 verða við í EM-kappingini, sum verður spæld í finska býnum Kuortane.

Venjararnir Magnar K. Vang, Rógvi Nielsen og Hans Sejer Tummasarson hava úttikið 12 leikarar.

Íalt verða 4 lið í hesum EM-bólkinum. Hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki og Danmark

Hetta er fysta ferðin at Føroya eru við í EM-kapping í hesum aldusrbólkinum.

Teir úttiknu leikararnir eru:

Úr Fleyr

Mattias Nolsøe Isaksen

Hørður Joensen

Eyðfinn Rajani Færø

Tórur Paulason (manglar á myndini)

Úr SÍ

Bjarni Joensen

Róar Anderson

Elias Ellingsgaard

Silas Poulsen

Úr ÍF

Petur Meinhard Lundsbjerg

Rúnar Johnsson

Úr TB

Gilli Pálsson Augustinussen

Úr Ternuni

David Olsen