EM-flogbóltur: U 16 gentulandsliðið úttikið

ítróttur03-01-2019 - 11:43 - Jóanis Nielsen

EM-flogbóltur: U 16 gentulandsliðið úttikið:

U 16 gentulandsliðið, sum á heimavølli skal taka ímóti Finnlandi, Danmark, Svøríki, Íslandi og Írlandi er nú endaliga úttikið.

EM-kapppingin verður í Stórhøllini á Hálsi, og verður fyrsti dysturin leiktur klokkan 8,30 fríggjamorgunin 4. Januar 2019. Øll liðini koma til landið við Atlantic Airways hósdagin, og gista á Hotel Føroyum.

Liðini eru býtt í tveir bólkar, og eru Føroyar í bólki saman við Danmark og Írlandi.

Í hinum bólkinum eru Finnland, Svøríki og Ísland.

Fríggjdagin skulu Føroyar spæla tveir dystir:

kl. 15.00 Føroyar – Írland

kl. 19.30 Danmark - Føroyar

Hinir dystirnir fríggjadagin eru hesir:

kl. 8.30 Finnland - Ísland

kl. 10.30 Danmark - Írland

kl. 13.00 Svøríki - Ísland

kl. 17.30 Finland - Svøríki

Hildið verður síðani áfram við hálvfinalum og finalum leygardagin og sunnudagin.

Allir dystirnir verða stroymdir – um hetta er nærri kunnað um áwww.fbf.fo

Úttiknu leikararnir eru:

TB:

Bjarta Sørensen

ÍF:

Nicola Toftegaard

KÍF:

Milja Silvansdóttir

Kristianna Bartalsdóttir

Dráttur:

Paula Nattestad Joensen

Kristina Louisa Thomassen

SÍ:

Anja Sólja Niclasen

Bára Jansdóttir

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

Rannveig Rós Joensen

Sofía Weihe Simonsen

Tóta Búadóttir

Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.