EM undankapping hjá kvinnum

ítróttur21-02-2019 - 17:00 - Jóanis Nielsen

Lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping hjá kvinnum hevur verið. Føroyar komu í bólk C saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi

Á middegi hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping hjá kvinnum, sum byrjar seinni í ár.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk C saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi.

Aftaná lutakastið bleiv leikskráin fyri komandi kapping løgd. Føroyska liðið skal spæla tríggjar dystir í ár, tveir á heimavølli og ein á útivølli, og síðani hinar fimm dystirnar í komandi ári.

30. august 2019

Føroyar – Wales

3. september 2019

Hvítarussland – Føroyar

8. oktober 2019

Føroyar – Noreg

10. apríl 2020

Wales – Føroyar

5. juni 2020

Noreg – Føroyar

9. juni 2020

Norðurírland – Føroyar

18. september 2020

Føroyar – Norðurírland

22. september

Føroyar - Hvítarussland

Kelda: FSF.