Sum myndin vísir, so er so at siga eingin munur ímillum 4 teir fremstu.

EM í Sveis: Sverri Nielsen gjørdist nr. 4

ítróttur02-06-2019 - 11:10 - Jóanis Nielsen

 Sverri S. Nielsen úr Miðvági hevur í morgun róð í A-finaluni í EM, kappingin er í Sveis.

Sverri gjørdist nr. 4, tað var sera tætt ímiillum 1, 2, 3 og 4 - ca. eitt sekund, so sigast má, at Sverri hevur klárað seg sera væl í kappingini - hjartaliga tillukku Sverri.

Sí eisini myndina niðanfyri.