EM í inniróðri verður leygardagin og sunnudagin

ítróttur04-12-2020 - 18:42 - Jóanis Nielsen

EM í inniróðri verður leygardagin og sunnudagin 5. og 6. desember 2020, har 13 føroyskir rógvarir luttaka.

Róðrarsamband Føroya stroymar beinleiðis á Facebook frá kl. 13.45, og møguleiki er eisini at fylgja við áhttps://www.britishrowing.org/briconline/.

Føroysku luttakarnir eru: Toni Dam, Elsa Magnussen, Bergur Robert Dam Jensen, Sarita Kristina Hansen, Vár Hansen, Kristian Linklett Mortansson, Símun Tórur Joen-Jacobsen, Mattias Durhuus, Bára Wang Olsen, Nóa Thomsen, Jóannes Olsen, Niels Juul Akraberg Poulsen og Bjarma Danielsen.