Frá vinstur:Midge, Anna Sofía Fjallheim, Tummas Jacobsen, Linn, Glenn, Páll Poulsen og Køp

EM fyri seyðahundar í Týslandi

ítróttur22-08-2019 - 07:35 - Jóanis Albert Nielsen

Kappingin byrjar i dag og er til sunnudagin, tá finalan verður. Tilsamans eru 109 seyðaghundar úr øllum Europa fara at kappast um at gerast besti seyðahundur í 2019. Kappingin verður í norður Týsklandi, nakað uttanfyri býin Wittbek.

4 hundar umboða Føroyar. Linn og Glenn hjá Tummas Jacobsen, Midge við Onnu Sofiu Fjallheim og Køp hjá Páll Poulsen.

Umleið kl 9 í dag skula Køp og Páll kappast, og seinni út á dagin skula Linn og Tummas inn á banan. Fríggjadagin, nakað áðrenn middag, skula Midge og Anna Sofía inn á banan. Seint leygardagin skulu Glen og Tummas inn.

Í fjør vann Føroyar, sum lið, silvurs heiðursmerkir, so tað verður spennandin hvussu tað gongst í ár.

Spennandi verður um Føroyar sum lið aftur i ár kunna vinna 2 plássið, eins og i fjør tá vit vunnu silvur.

Spennandi verður eisini at fylgja tveimum føroyskum hundum, sum hava kvalifisera seg á danska landsliðið.