Yvirlitsmynd av útgrevstrinum 2018

Elsti kirkjustaður í Føroyum?

top06-08-2018 - 20:53 - Jóanis Albert Nielsen

Kirkjutoftirnar Niðri á Bakka á Velbastað fjølgast. Grevsturin, sum í 2016 gav okkum áhugaverda miðaldarringin og myntin frá ár 910-15, varð í juli mánaði latin upp av nýggjum. Í ár varð veitin víðkað við 6x5 fermetrum móti vesturi. Ein grótlaðaður veggur er komin undan, sum gongur í ein boga út frá norðurvegginum á bygninginum (sí mynd og filmsbrot). Hetta kann vera eitt yngri ískoyti til bygningin ella møguliga ein avmarking av túninum.

Vit vita enn so lítið um tær fyrstu kirkjurnar og sonevndu ‘bønhúsini’ í Føroyum, at alt, sum kemur undan, gevur virðismikið innlit í hetta bygningsslagið og í fyrstu kristnu tíðina í oyggjunum.

Frá undanfarnum árum vita vit, at kirkjutoftin liggur oman á eldri toftum; sum bendir á at kirkjustaðurin hevur verið í brúk í longri tíð. Hugsast kann eisini, at kirkjustaðurin er bygdur oman á eldri, for-kristnar leivdir. Í ár eru boriroyndir (sí mynd) gjørdar, sum vísa mannavirksemi undir elstu kirkjutoftini. Mynturin, sum funnin varð í 2016, kundi týtt á tað sama. Hann stavar frá 910-15 meðan kristindómurin – sambært Føroyingasøgu - varð innførdur við Sigmundi uml. ár 1000.

Hvat hendir nú?
Næsta ár hava vit ætlanir um at granska inni í sjálvum kirkjuhúsinum. Undir kirkjugólvum í Evropa kemur fyri at fornfrøðingar millum annað finna presta- og halgimannagravir – so vit gleða okkum til 2019 grevsturin, og at vita hvat liggur undir kirkjugólvinum á Velbastað.

Andras Eyðunsson á Lofti, Petur Hansen og Rannvá Næs Hoydal
BA í fornfrøði

Skrivar Tjóðsavnið