Elin Sólvør á Løgmansbø vann

mentan20-03-2019 - 13:34 - Jóanis Albert Nielsen

Elin Sólvør á Løgmansbø vann kappingina at skriva ein útvarpsdokumentar við heitinum “Alopecia”.


Kringvarp Føroya skipaði í fjør heyst fyri eini kapping at skriva ein stuttdokumentar. Sjey stuttdokumentarar komu inn, og allir vóru at hoyra í útvarpsbiografinum.

Elin Sólvør á Løgmansbø vann fyrsta plássið

Í grundgevingunum fyri at lata Elini Sólvør á Løgmansbø 1. plássið fyri dokumentarin “Alopecia” sigur dómsnevndin m.a.:

“Søgan er løtt og greið, bæði soleiðis sum hon er fortald, men eisini brúk av ljóði og tónleiki, ið undirbyggir søguna væl. Hetta gevur søguni eitt lag afturat , ið er við til at skapa eina gjøgnumførda lurtarauppliving.”

Eisini sigur dómsnevndin, at “søgan “Alopecia” er fortald sera erligt og við sansi fyri smálutum”.

Fyrsta virðisløn var 12.000 krónur.

Kelda: sag.fo