Elin Brimheim Heinesen helt flaggdagsrøðuna á Giljanesi

Mentan25-04-2019 - 21:42 - Jóanis Albert Nielsen

Mínar dámur og harrar,

Fyrst fari eg at siga stóra takk fyri, at eg sleppi at lána oyruni hjá tykkum einar 12-13 minuttir. Tað er ein sera stór æra fyri meg at kunna halda flaggdagsrøðu her í Sandavági og Sørvági henda heilt serliga merkisdag, nú júst 100 ár eru liðin, síðani føroyska flaggið bleiv til og alment varð sýnt fram fyri fyrstu ferð. Handan Merkið, sum vit í dag rópa tað, liggur ein fantastisk søga, sum eg ætli mær at siga nakað um, eftir sum vit halda júst 100 ára dagin í dag.

Aftaná hin víðagitna jólafundin í tinghúsinum í 1888 um at verja Føroya mál og Føroya siðir, sum legði lunnar undir føroysku tjóðskaparrørsluna, var greitt, at tað var tørvur á at fáa eitt savnandi skjaldramerki. Á fólkafundum og øðrum tiltøkum eftir jólafundin vóru ymisk fløgg brúkt, so sum sonevnda ”Tjaldursmerkið” ella ”Veðramerkið”. Men hesi vóru ikki hildin at vera hóskandi sum tjóðfløgg.

Í 1918 gjørdist Ísland sjálvstøðugt og var viðurkent av øðrum londum sum fullveldi. Íslendska flaggið var viðurkent sama ár, og hetta gav føroyskum studentum í Keypmannahavn stóran íblástur. Janus Øssurson skrivar í 1935 í 25 ára minnisriti um Føroyska Studentafelagið, at í 1919 gjørdu teir tríggir føroysku studentarnir í Keypmannahavn, Jens Oliver Lisberg, Thomas Pauli Dahl og hann sjálvur, altso Janus Øssurson, av at tekna eitt flagg í stíli við fløggini í hinum norðanlondunum. Hesi høvdu øll kross fyri at vísa tilknýtið til kristnitrúnna. Fyrimyndin var fyrst og fremst fløggini hjá nærmastu brøðratjóðunum, Noreg og Ísland, sum bæði høvdu tríggjar litir í sær - nevniliga reytt, blátt og hvítt.

Janus skrivar soleiðis: “Okkara uppskot vóru øll krossfløgg, men trupulleikin lá í litsamansetingini; vit vóru skjótt samsintir í tí, at vit áttu at nýta teir norrønu litirnar: reytt, blátt og hvítt – tí reytt og blátt einsamalt fór at verða ov dimt. Men hvussu átti dúkurin at vera litaður? Noreg hevði reyðan og Ísland bláan; skuldi okkara flagg ikki líkjast teirra alt ov mikið, var einki annað fyri enn at taka hvítan dúk. Lisberg skeyt so upp, at krossurin skuldi vera bláur uttast og reyður innan, soleiðis at tann bláa rondin samanløgd var eins breið og tann reyði liturin, og breiddin á tí tvílitta krossinum skuldi vera fjórðingurin av hædd flaggsins."

Soleiðis skrivaði Janus Øssurson. Teir tríggir studentarnir fingu ungu gentuna Ninnu Jacobsen til at seyma eitt lítið borðflagg við hesi litsamanseting og fóru so til Nordisk Flag og Fanefabrik at biðja tey seyma tvey borðfløgg aftrat eftir hesum frymli. Janus skrivar víðari:

"Vit fingu so beinanvegin gjørt okkum hvør sítt lítið borðflagg í Nordisk Flag og Fanefabrik í Frederiksberggøtu av hesum nýggja flaggi. Og hesi bæði fløggini vórðu so av Louis Zachariasen á fyrsta sinni borin fram fyri føroyingar á føstugangsveitsluni í Føroyingafelag (Brohusgade 17) 2. mars 1919. Og 11. mars sama ár varð flaggið einmælt góðkent í studentafelagnum."

Flaggið var sostatt væl móttikið millum føroyingar í Keypmannahavn. Seinni fór Jens Olivur Lisberg, sjálvur út til flaggfabrikkina og fekk tey til at seyma eitt flagg í fullari stødd.Jens Olivur fór við flagginum aftur á Regensen, har ein fjórði studentur, sum ofta verður nevndur ísv. flaggið, Emil Joensen, búði. Teir hongdu flaggið út gjøgnum vindeygað í kamarinum hjá Emil og vóru stórliga fagnaðir av íslendsku studentunum, sum eisini búðu á kollegiinum. Regensurin gjørdist sostatt fyrsta staðið, har føroyska flaggið veittraði.

Aðrar keldur vilja vera við, at tað var 2. juni 1919 í Nordmandsdalen við Fredensborg Slott, at flaggið var sýnt fram fyri almenninginum fyrstu ferð, og at merkisberari tá var Kjartan Mohr, ið seinni stovnaði Tórshavnar Skipasmiðju. Kjartan var tá lærlingur á Helsingør Skipsværft.

Í nakrar mánaðir hekk flaggið á Regensen, men tað var tikið heim til Føroya í juni sama ár, tá Jens Oliver Lisberg fór heim og tók ”studentaflaggið”, sum tað var rópt tá, við sær. Hansara ætlan var at fáa løgtingið til at viðurkenna flaggið sum tað føroyska tjóðarmerkið. Tað bleiv so ikki til nakað tá. Men Jens Olivur tók flaggið við sær heim til heimbygdina Fámjin, og 22. juni 1919 var flaggið vundið á stong fyri fyrstu ferð á føroyskari jørð. Tað sigst at hava verið til eitt brúdleyp í Fámjin eftir gudstænastuna.

Sama árið var eitt ungdómsfelag stovnað í Havn kallað "Merkið". Endamálið við felagnum var at fáa føroyska flaggið viðurkent. Og spakuliga spjaddist kunnleikin til hetta flaggið kring landið.

Tá Jens Olivur fór aftur til Danmarkar aftaná summarfrítíðina, lat hann flaggið liggja eftir Fámjin, har hetta fyrst seymaða føroyska flaggið í fullari stødd hevur verið síðani og hongur nú til framsýning í einum glasskápi í kirkjuni í Fámjin.

Longu 31. august árið eftir í 1920 doyr Jens Oliver Lisberg av lungnabruna bert 23 ára gamal. Tað sigst, at hann hevði herviligu sponsku sjúkuna og fekk lungnabruna sum eftirsjúku. Hann náddi tí tíverri ikki at uppliva, hvussu flaggið so við og við gjørdist alt meira viðurkent av føroyingum. Eftir deyða hansara var upprunin til flaggið kannað honum sum eitt heiðurstekin, tí hann var tann, sum bæði sbrt. Janusi Øssursyni og Thomas Paula Dahl, tók avgerðina um, at krossurin á hvíta dúkinum skuldi vera reyður við bláðum kanti.

Í 1920 kom fyrsta skipið inn á Havnina við føroyska flagginum veittrandi har afturi á skipinum. Og í 1922 kom fyrsta skipið inn á Tvøroyri við føroyska flagginum veittrandi ovast á høvuðsmastrini á miðjum skipi.So longu tíðliga í 1920-árunum vóru fólk farin at flagga við nýggja føroyska flagginum. Serliga vóru tað føroyskir sjómenn, sum hevdaðu sín rætt til at brúka føroyska flaggið. Eftir 1930 vant hetta rættiliga uppá seg, hóast tað ikki var loyvt. Fólk vóru meldað til løgregluna og fingu bøtur fyri at flagga við føroyska flagginum, og donsku myndugleikarnir tóku í summum førum fiskiloyvi frá skipum, sum flaggaðu við føroyskum flaggi.

Tað førdi við sær, at eitt flaggstríð tók seg upp í løgtinginum, umframt millum føroyingar og donsku myndugleikarnar.Tá Altingið fagnaði sín 1.000 ára dag á Tingvøllum í Íslandi í 1930, tók ein verulig uppgerð seg upp, tá danski statsministarin Stauning kravdi, at føroyska flaggið, sum veittraði millum hini norðurlendsku fløggini, skuldi takast niður.

Hetta dámdi føroyingum lítið. Skipað var fyri mótmælisgongum ta fylgjandi ólavsøkuna sama summar, tá løgtingið hevði 900 ára minningarhald fyri deyða Ólav Kong's á Stiklastøðum í Noregi. Fólk ynsktu, at løgtingið skuldi flagga við føroyska flagginum hendan merkisdag, men løgtingið tordi ikki fyri donsku myndugleikunum og flaggaði bara við danska flagginum. Hetta østi fólk. Eitt satt drama kom í, tá mótmælisfólk fóru inn í tinghúsið, brutu tingfundin av og kutaðu danska flaggið niður av stongini á tinghúsinum. Tingfundurin var slitin, og mótmælisfólkini vórðu steðgað av løgregluni og fingu bøtur fyri tað, tey høvdu gjørt.

Eftir hetta var tónin í kjakinum millum Føroyar og Danmark sera hvassur. Eitt ár seinni royndi løgtingið at sissa fólk og gera øllum til vildar við at seta flaggstong upp á vøllinum uttanfyri tinghúsið, har føroyska flaggið kundi vindast á stong, tá danska flaggið var vundið á stongina á tinghúsinum. Men tá tingformaðurin var skiftur út árið eftir, noktaði hann fyri, at føroyska flaggið bleiv vundið á stong á vøllinum. Seinni í 30'unum kom føroyska flaggið tó uppaftur á stongina á tingvøllinum.

Men nú kemur annar veraldarbardagi. 9. apríl 1940 hertekur týska hervaldið Danmark.Longu dagin eftir at Danmark varð hersett, boðaði Churchill frá, at hann fór at senda troppar til Føroya. Og 13. apríl 1940 var bretska hersetingin veruleiki.Danmark og Føroyar vóru tá avbyrgd frá hvørjum øðrum.

Sama dag, sum Danmark varð hersett av Týsklandi, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við føroyska flagginum.Føroyskir sjómenn kendu seg sum vera man ikki tryggar við at sigla undir donskum flaggi, og bretska hervaldið helt tað heldur ikki vera ráðiligt at lata føroyingar sigla í vandasjógvi, sum teir sameindu høvdu eftirlit við, undir Dannebrog - einum flaggi, sum hoyrdi til eina tjóð hertikna av fíggindanum.

Handlast mátti skjótt.Meirilutin í løgtingnum kravdi, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi, men danski amtmaðurin Hilbert mótmælti hesum harðliga. Í miðjuni sat so bretski konsulin,Frederick Mason, sum hevði seinasta orðið. Eina løtu helt hann, at føroyingar skuldu sigla undir einum grønum flaggi við hvítum krossi, men eftir at mótmælisgongur vóru fyriskipaðar á gøtunum í Havn, boygdi hann seg at enda fyri føroyska trýstinum. 25. apríl - bert 12 dagar eftir bretsku hersetingina - viðurkendu bretsku myndugleikarnir Merkið sum offisiella flaggið hjá føroyska skipaflotanum. Hetta var almannakunngjørt í BBC á øllum høvuðsmálum í heiminum.

Føroysk skip sigldu til Íslands og Skotlands og nøkur sigldu heilt til USA undir nýliga viðurkenda Merkinum. Á landi valdi Løgtingið at taka niður flaggstongina á tinghúsinum og bara lata flaggstongina á tingvøllinum standa eftir, har Merkið skuldi vindast á.

Undir krígnum settu manningarnar á føroyskum skipum lív í vága fyri at flyta 20% av øllum feskum fiski, sum bretar ótu undir krígnum, til Onglands undir føroyska flagginum. Hetta sigur søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará frá.

Hann skrivar: "4 út av 10 trolarum, umframt 21 onnur før - 15 sluppir og 6 skonnartir - vórðu søkt. Samlaða talið av sjófólki, sum misti lívið orsakað av týskum álopum var 132 – t.e. umleið ½ % av fólkatalinum. Eitt tal, sum kann samanberast við tað, sum tey sameindu vesturevropeisku londini mistu undir krígnum. Tað er lítið at ivast í, at hóast danir vildu vera við, at bretar einans høvdu viðurkent Merkið til fyribils nýtslu á sjónum í 1940, so vóru tey stóru ofrini undir krígnum ein avgerandi orsøk til, at danir í 1948 noyddust at viðurkenna Merkið sum tjóðflagg føroyinga – á sjógvi og á landi. Tá føroyska flaggið í dag hevur vunnið viðurkenning frá øllum føroyingum, so skal tað síggjast í ljósinum av tí drúgva stríði og teimum ofrum, sum m.a. føroysk sjófólk beinleiðis ella óbeinleiðis hava lagt rygg til fyri at vinna tí viðurkenning. Tað vóru bretar, sum formliga viðurkendu føroyska flaggið til nýtslu á sjónum, men stríð og stór offur liggja aftanfyri ta undirtøku, sum Merkið síðan hevur fingið millum føroyingar." Soleiðis skrivar Hans Andrias.

Í 1943 tók kjak seg upp millum føroyingar í Danmark um upprunan til litsamansetingina í flagginum. Áðrenn 1943 var tann søgan, tey flestu kenna, nevniliga útleggingin hjá Janusi Øssursyni, tann breitt viðurkenda - altso tað, sum hann skrivaði í Minnisriti hjá Studentafelagnum í 1935. Men í 1943 kemur so bókin Minnisrit um Kristiligt Ungmannafelag út eftir Emil Joensen, prest, har Emil sigur seg at hava teknað flaggið.

Hanus Debes Joensen, sum seinni gjørdist landslækni í mong ár, ummældi minnisriti hjá Emili Joensen í blaðnum Búgvin, sum var blað hjá føroyingum í Danmark, sum ikki sluppu heim undir krígnum. Í ummælinum nevnir Hanus Debes Joensen hetta, at Emil Joensen sigur seg at hava teknað flaggið. Og so kom rumbul í. Har bleiv eitt hart kjak í blaðnum Búgvanum í tíðini hareftir, sum blaðstjórin at enda mátti steðga.

Á serframsýning í Tjóðsavninum í Havn, sum hongur uppi nú og heilt fram til á Ólavsøku í ár, kann man lesa hetta kjakið, sum fór fram tá í blaðnum Búgvanum.Heitið á framsýningin er: "Reytt sum blóð og fannahvítt og blátt sum havsins bylgja. Merkið 100 ár" tikið úr yrking hjá Gunnari Dahl Olsen frá 1919.

Kjakið um, hvør hevur rætt, man helst ikki vera heilt liðugt enn. Eg havi ikki sjálv nakra meining um hetta, tí tað verður helst sera torført hjá nøkrum í dag at prógva, hvør hevur rætt.

Eftir kríggið, tá bretar fóru úr Føroyum aftur, vóru samráðingar millum Føroyar og Danmark um, hvørji viðurskifti skuldu galda millum londini frameftir. Avleiðingin var, at Heimastýrislógin kom í gildi í 1948, og danir máttu so endiliga boyggja seg og viðurkenna Merkið sum tjóðflagg hjá føroyingum á landi og sjógvi.

Í 1949 gjørdi løgtingið av, at 25. apríl skuldi verða flaggdagur Føroya. Men longu undir krígnum vóru fólk farin at halda flaggdagin 25. apríl - og síðani 1947 hevur dagurin verið hildin kring landið við røðum, skrúðgongum og horntónleiki. Í 1955 gjørdist dagurin frídagur hjá skúlabørnum, og dagurin er í dag alment viðurkendur sum hálvur frídagur. Ein serlig flagglóg um tignina og brúkið av Merkinum kom í gildi í 1958.

Tað ber av sonnum til at siga, at flaggdagurin 25. apríl er tann dagurin í føroyska kalendaranum, sum hevur ta kanska einamest áhugaverdu og spennandi søguna aftanfyri seg. Mínar dámur og harrar. Eg fari at enda at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við 100 ára degnum hjá Merki okkara alra.

Takk fyri.


Elin Brimheim Heinesen
á 100 ára flaggdegnum 25. Apríl 2019