Elias var besti spæliskipari

ítróttur19-08-2018 - 21:20 - Jóanis Albert Nielsen

Elias á Skipagøtu varð valdur besti spæliskiparin undir EM-kappingini fyri U18-landslið, sum hevur verið í Tbilisi í Georgia seinastu tíggju dagarnar.

Eftir hvørja EM- og HM-kapping er vanligt at velja eitt “all star” lið, har besti spælarin á hvørjum einstøkum plássi verður kosin. Hesaferð var einki undantak, men tað er meira sjáldsamt, at ein føroyingur verður valdur.

Bara 16 ára gamli Elias á Skipagøtu hevur spælt eina framúr EM-kapping, og tað hevur evropeiska hondbóltssambandið varnast. Tað merkisverda við Eliasi er, at hann kann skjóta við báðum hondum, og tað lumpaði fleiri mótstøðumenn. Hann er eisini væl fyri tekniskt, og hann hevur eitt gott bólteyga.

Elias á Skipagøtu skeyt 52 mál í sjey dystum undir EM-kappingini. Hann fekk triðflest mál av øllum.

Hoyvíkingurin skal komandi kappingarár spæla hondbólt í Skanderborg í Danmark.

Tá U20-landsliðið við monnum tók lut í EM-kapping í juli var ein føroyingur eisini valdur á “all star” liðið. Hørður Trygvason varð tá valdur besti málverjin í kappingini.