Eli væntar at 07 Vestur vinnur á AB

ítróttur08-03-2018 - 16:26 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Í FSF Varpinum hesaferð verður hugt at fyrsta umfari í Betri Deildini 2018, sum fer av bakkastokki sunnudagin 11. mars klokkan 15:00.

Gestur er Eli Hentze, og umframt at meta um teir fimm dystirnar í fyrsta umfari, hevur Eli eisini eitt boð uppá, hvørji lið koma at kappast um FM og Europa Cup plássini, og hvørji lið fara at stríðast um at varðveita plássi í deildini.

Betri Deildin hjá kvinnum byrjar eisini sunnudagin, og har verður spælt soleiðis: B36 - EBS/Skála, B68 - HB og ÍF/Víkingur - KÍ.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=FwdVOdXCv0c]