Eli Hentze og Tróndur Arge meta um 6. umfar í Betri Deildini hjá monnum, sum verður sunnudagin 15. apríl kl. 15:00 - Mynd: www.fsf.fo

Eli tippar og øll málini í 5. umfari

ítróttur14-04-2018 - 09:47 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Eli Hentze. Og hann væntar, at eftir komandi dystir, hevur KÍ økt um leiðsluna í Betri Deildini hjá monnum. Í varpinum hesaferð eru eisini øll málini í 5. umfari, sum varð spælt hóskvøldið.

Sunnudagin 15. apríl klokkan 15:00 verður 6. umfar í Betri Deildini hjá monnum spælt. Dystirnir eru NSÍ – HB, 07 Vestur – B36, EB/Streymur – Víkingur, Skála – KÍ og TB/FCS/Royn – AB.

At umrøða dystirnar í FSF Varpinum hesaferð er komin U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze. Hann væntar tveir heimasigrar, tveir útisigrar og ein javnleik. Og hann roknar eisini við, at tá 6. umfar er fari afturum, hevur KÍ økt um leiðsluna í fremstu deildini hjá monnum.

Í sjónmiðlinum niðanfyri ber til at síggja seinasta FSF Varpið, sum eisini vísir øll málini í 5. umfari í Betri Deildini menn, sum bleiv spælt hóskvøldið.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=nezDzGVkEjk]