Eli Falkvard avloysir Trónd Jensen

ítróttur01-10-2018 - 22:26 -

FSF: Miðvallarin í HB, Tróndur Jensen hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo. Í staðin hevur Lars Olsen úttikið Eli Falkvard Nielsen úr B36.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, nøvnini á teimum 23 spælarunum, ið venjarin hevur boðsent til UEFA Nations League dystirnar á heimavølli móti Aserbadjan og Kosovo.

Tróndur Jensen úr HB var millum teir útvaldu hjá A-landsliðsvenjarinum, men nú er kortini greitt, at miðvallarin á meistaraliðnum hjá HB ikki verður partur av landsliðnum til dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo, sum verða á Tórsvølli ávikavist 11. og 14. oktober.

Tróndur er skaddur, og tað verður ikki mett, at hann verður nóg byrgur til landsdyst í komandi viku. Í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Eli Falkvard Nielsen úr B36.

Atgongumerki til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Hósdagin 11. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Aserbadjan, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 14. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Kosovo á Tórsvølli.