Eldur í farmaskipi á Íslandsrygginum

top28-11-2020 - 10:42 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjárskvøldið fekk MRCC boð um at eldur var í maskinrúminum á Vestland, sum er undir donskum flaggið og var á veg til Íslands úr Onglandi. MRCC gav beinanvegin boð um at gera bjargingartyrluna klára og Brimil fekk boð um at sigla á leiðina og Íslendska bjargingartænastan var kunnað. Men manningin á Vestland fekk skjótt tamarhald á støðuni og tyrlan var avlýst. Brimil fylgir skipinum, sum er á veg á Fuglafjørð við egnari hjálp. 7 mans eru við Vestland og allir hava tað gott.

MRCC Tórshavn