Myndin er frá konsert, sum Eivør hevði í eini gjógv í Norra - Myndakvinna Heidi Harviken.

Eivør gevur nýtt sjónbandalag út

mentan14-07-2020 - 20:53 - Jóanis Nielsen

Fyri tveimum vikum síðan útgav Eivør staklagiðSLEEP ON ITfrá komandi fløgu útgávu síni SEGL, sum kemur út tann 18 Septembur í ár.

Í dag kemur sjónbandalagið til SLEEP ON IT út, og greiðir Eivør soleiðis frá:

Sjónbandalagið varð filmað og framleitt í Íslandi í ruðuleikanum av sóttarhaldi, COVID - 19 og allari óvissuni, sum fylgdi við. Dugnaligi Einar Egils hevur framleitt, og Tómas Lemarguis, sum vit m.a. kenna frá”Blade Runner 2049”, og ”X-Men: Apocalypse”,leikar høvuðsleiklutin.

Søgan er skrivað av Einari og Elias K. Hansen.

Stemningurin er rættiliga myrkur og er ein tulking av sanginum, sum m.a snýr seg um svøvnloysi og um truplar avgerðir, ein er noyddur at taka í lívinum.

Teirra tulking ljóðar soleiðis :


Heimurin er í upploysn. Tey núlivandi eru niðurbundin og hava verið tað so leingi, tey minnast.

Tey eru frá sær sjálvum.

Tey trúgva, at Eivør er einasta vónin, um tey skulu yvirliva, og tí má hon offrast.

Við hesari offring fella tey í ein ævigan, friðfullan svøvn.

Her er leinkja til sjónbandalagið :

https://www.youtube.com/watch?v=Xm_KhRGvY4g&feature=youtu.be