Eivind siglir heim

vinna07-11-2017 - 13:25 - Jóanis Nielsen

 Línuskipið Eivind, sum hevur verið til fiskiskap á Kappanum, er farið at sigla heim, tí fiskiskapurin gjørdist so smáligur.

Eivind hevur 100 tons inni av frystum fiski, teir fóru úr Føroyum 4. oktober.

Eivind fer at royna við Føroyar áðrenn teir koma inn at landa, sigur Jan Vang skipari á Eivind.