Eivind siglir heim undan Íslandi

vinna08-07-2017 - 19:31 - Jóanis Nielsen

 Frystilínuskipið Eivind fór seinnapartin í dag at sigla heim undan Íslandi, við fullari last - uml. 210-215 tons, uml. 66% av veiðuni er toskur.

Eivind hevur roynt á Suður- Eysturlandinum.

Manningin á Eivind telur 13 mans.

Eivind landar í Kollafirði, teir verða á Kollafirði um náttverðatíð sunnukvøldið.

Jan Vang er skipari á Eivind.