Eivind landar í Kollafirði

vinna07-04-2020 - 17:07 - Jóanis Nielsen

Frystiskipið Eivind kom á Kollafjorð í morgun við 215 tonsum av frystum fiski, mest toski (90) tons, sum teir landa í Kollafirði.

Skiparin Jan Vang sigur, at tað hevur viðrað óvanliga illa hendan túrin, illveður omaná illveður.

Jan Vang sigur at Eivind skal á beding, til viðlíkahaldsarbeiði, beint eftir páskir.