Eivind landar í Kollafirði

vinna24-09-2021 - 09:48 - Jóanis Nielsen

 Frystilínuskipið Eivind kom á Kollafjørð í gjárkvøldið við 150 tonsum av frystum fiski, sum teir landa í Kollafirði.

Teir hava fiskað her við Føroyar.

Skipari hendan túrin var Heri Ellingsgaard.