Eivind hevur landað í Kollafirði

vinna08-02-2018 - 16:12 - Jóanis Nielsen

 Eivind hevur í dag landað veiðuna, sum teir komu heim við av Flemish Cap, Eivind hevði 165 tons.

Teir hava landað í Kollafirði, tað var landingarmiðstøðin í Havn - Barðið - sum tók sær av landingini.

Myndirnar eru tiknar seinnapartin í dag.