Eivind er komin heim frá Eystur-Grønlandi

vinna09-09-2019 - 16:36 - Jóanis Nielsen

Línuskipið Eivind er komin heim frá Eystur-Grønlandi, teir komu á Kollafjørð í morgun, Eivind skal landa í Kollafirði. Eivind fór avstað 3. august.

Eivind hevur 140 tons av frystum fiski, meginparturin er toskur.

14 mans hava verið við hendan túrin, skipari var Siggert á Toftini.

Veiðan er seld til Fiskavirkið í Gøtu.