Eivind bjargar Tasermiut

vinna05-11-2017 - 17:41 - Jóanis Nielsen

Tað var klokkan 2 í nátt at grønlendski trolarin Tasemiut bað um hjálp, tí teir høvdu maskintrupuleikar, teir lógu við Kap Farvel – á Kappanum, í Grønlandi.

Teir høvdu trupulleikar við einum stempli og motorurin fekst ikki í gongd aftur.

Línuskipið Eivind úr Sandavági sum er til fiskiskap á leiðini kom Tasermiut til hjálpar, og fingu enda umborð, og liggja nú inni undir landi við Tasermiut uppá sleip.

Politibáturin Sisak III er komin á staði nú seinnapatin, og ætlanin var at Sisak III skuldi yvirtaka sleipi, og sleipa Tasermiut til Narssak.

Men veðurlíkindi eru so vánalig á leiðini at avgjørt er at bíða eftir tí danska verjuskipnum, sum verður hjá skipunum um midnáttarleiti. Ætlanin er tá, at sleipa Tasermiut til Íslands.

Tasermiut er trolari bygdur til Royal Greenland í 1988, bleiv seldur til Canada í 2009 og fekk navnið Labrador Storm .

Í 2014 keypti grønlendska felagið Nanoq Seafood trolarin aftur til Grønlands og fekk hann upprunanavnið Tasermiut aftur.

Tasermiut hevur heimstað í Nuuk.