Eitt tað størsta trygdarholið í nýggjari tíð

29-11-2017 - 09:57 - Jóanis Albert Nielsen

Eitt tað størsta trygdarholið í nýggjari tíð, er at finna í seinastu útgávuni til MacOS High Sierra.

Gjørligt er at koma inn sum root, uttan loyniorð. Vit hava roynt tað og eftir at vit hava tryst "log-in" tvær ferðir, vóru vit inni sum root, sigur Torben Nielsen frá Combine-it.

Hetta merkir at ein og hvør, ið hevur fysisk atgongd til eina Mac teldu, við seinastu stýriskipanini, sleppur inn.

Víðari sigur Torben, vit síggja hesa hending sum álvarsliga og tað fara at koma "zero days exploits" til Windows. Um tað var "administrator" kotan til Windows ið var sletta so hevði hetta veri ein morgun har vit vaknaðu uttan internet. Hvussu hevði dagurin hjá okkum so sæð út?

Apple arbeiðir av øllum alvi við at tippa holið og tá tann dagføringin er komin er at leggja hana inn sum skjótast. Um ein ikki dagførir telduna, so kann roknast við, at nýggj teldu álop fara at gera sær av hesum og so er ruðuleikin fullkomin.