Eitt stað uttan familju er bara eitt stað

Politikkur30-04-2019 - 17:07 - Jóanis Albert Nielsen

Hvat halda lesandi og nýútbúgvin um Føroyar? Hvørji viðurskifti hava týdning fyri, at føroyskir útisetar velja at flyta heim?

Hósdagin 2. mai kl. 19 skipar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri almennum tiltaki í Perluni í Havn. Á skránni verður framløga av nýggjari kanning um hugburð millum útisetar um Føroyar, og síðani kjak.

Fyri færri enn 10 árum síðani var føroyska samfelagið hótt, tí mong fluttu burtur, meðan fá fluttu heimaftur.
Spurdi tú lesandi tá, hvat tey hildu um Føroyar, var svarið eitt annað enn tað er í dag.
Tí gongdin er vend, og lesandi velja í størri mun Føroyar til enn áður.

Men hvør er orsøkin til góðu gongdina? Og hvønn týdning hava familja, vinir, føroyaumhvørvið og bústaðarviðurskifti?Fer góða gongdin at halda fram? Og hvat vantar?

Skrá:
- Sjúrður Skaale, Fólkatingsmaður, bjóðar vælkomin
- Brandur Mortensen Nolsøe greiðir frá høvuðsniðurstøðunum í kanningini Eitt stað uttan familju er bara eitt stað
- Kjak við Barbaru Gaardlykke Apol og Tummas Jóhan í Djónastovu úr ávikavist SU og HUXA

Orðstýrari verður Rógvi Olavson.

Tiltakið er alment og ókeypis.

(GG: Tiltakið er í Perluni beint við síðurnar av Reinsarínum)

Øll eru hjartaliga vælkomin