Eitt neyðugt lønarlyft

05-12-2020 - 11:45 - Jóanis Albert Nielsen

Seinastu tíðina hava miðlarnir víst á stóra munin í lønarlagnum hjá limunum í Havnar Arbeiðskvinnufelag sum starvast hjá tí almenna og teimum, ið starvast eftir sáttmálanum á privata arbeiðsmarknaðinum.

Víst hevur verið á, at starvsfólk, ið arbeiða á sjúkrahúsunum í Klaksvík og Suðuroy, fáa eina løn, ið er væl hægri enn lønin hjá teimum, ið starvast á Landssjúkrahúsinum. Hetta er fyrst og fremst tí at smærru sjúkrahúsini brúka sáttmálan, ið Havnar Arbeiðskvinnufelag og hini arbeiðarafeløgini gjørdu við Føroya Arbeiðsgevarafelag í august í ár, meðan okkara sáttmáli við Fíggjarmálaráðið ikki er dagførdur síðan oktober í 2018.

Hetta vísir tó, hvussu átroðkandi tað er, at vit koma til eina semju við Fíggjarmálaráðið, um nýggjan sáttmála skjótast til ber. Verandi sáttmáli gekk út 1. oktober í 2019, men enn eru vit ikki komin á mál við at fáa nýggjan sáttmála.

Okkara limir eru í láglønarstørvum, og hava tí tørv á hvørjari krónu. Tí er tað átroðkandi, at tær fáa lønarlyfti sum skjótast.

Samráðingarnar hava seinastu nógvu árini verið merktar av, at okkara limir skulu hava liviligar umstøður, fasta løn, eftirløn, sjúkradagar og aðrar heilt rímiligar treytir, ið aðrir fakbólkar enn arbeiðsfólk taka fyri givið. Tíanverri hevur mótparturin tikið seg væl betaltan fyri hesar heilt grundleggjandi arbeiðstreytir. Men til hesar samráðingarnar er tað lønin, ið skal hækka.

Limirnir hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag røkja nøkur av mest ábyrgdarfullu størvum í landinum. Vit tryggja reinførið á eitt nú Landssjúkrahúsinum og øðrum almennum stovnum, og hetta reinførið tryggjar lív.

Hóast tíðindaflutningurin lutvíst byggir á skeivt grundarlag, so vísir hann heilt greitt, at tað er okkara tørn at fáa eitt lønarlyft.

Vit eru í samráðingum við Fíggjarmálaráðið og vænta, at tey eisini duga at síggja, hvussu neyðugt lønarlyftið til okkara limir er, soleiðis at Landssjúkrahúsið eisini er kappingarført um bestu arbeiðsfólkini.