- Eitt grúiligt skil, um vit ikki høvdu kirkjuna

mentan13-08-2018 - 21:04 - Jóanis Nielsen

- Eg eri heilt bundin av okkara kirkju!


Orðini eigur hin 75 ára gamli Jóan Karl Djurhuus av Selatrað. Umframt sítt dagliga starv á sjógvi og landi, hevur hann eisini røkt eina rættiliga týðandi tænastu í staðbundnu kirkjuni.

Í meiri enn fimmti ár hevur hann bæði verið klokkari og deknur. Tað er tí tyngd aftanfyri orð hansara um tann týdning, sum tað hevur fyri eina lítla bygd sum Selatrað, har tað í dag búgva um 40 fólk.

Ein kundi sjálvandi altíð ynskt, at tað gingu enn fleiri fólk í kirkju, men hjá Jóan Karl er eingin ivi:

- Ja, tað hevði verið eitt grúiligt skil, um vit ikki høvdu havt kirkjuna. Tað er ikki sunnudagur, at eg ikki eri í kirkju, segði hann í samrøðu við Jústinus Eidesgaard, tá teir báðir hittust til prát um tað at vera kirkjutænari í Fólkakirkjuni. (Samrøðan teirra millum var prentað her á heimasíðuni 9. mai 2016).

Og hann fekk eisini víst á tann góða siðin at fara í kirkju, óansæð um hann er í tænastu ella bara vanligur kirkjugangari:

- Onkuntíð eri eg í kirkju, uttan at vera tænari, og tað er so deiliga avslappandi, sigur Jóan Karl Djurhuus.

VARÐVEITA SKÚLA OG HANDIL
Nógvastaðni kring oyggjar okkara er støðan hin sama: Fólk duga illa at ímynda sær ein sunnudag uttan at fara í ta staðbundnu kirkjuna – ella eina bygdarmynd uttan henda halgidómin.

Men venda vit okkum til Danmarkar, ið er landið sum vit mangan samanbera okkum við, so er støðan munandi øðrvísi. Tey síggja ikki sama týdningin av at hava eina bygdarkirkju.

Hetta vísir ein kanning sum granskingarstovnurin YouGov hevur almannakunngjørt í Kristeligt Dagblad. Her vórðu 2000 danir spurdir um hetta málið.

Spurningurin var hesin: ”Ímynda tær ein minni bý ella bygd. Hvønn stovn heldur tú tað vera neyðugt at varðveita, hóast ein samsvarandi stovnur liggur 15 minuttir koyring burtur?”

Her skuldu fólk velja millum fleiri ymiskar stovnar. Og her var eingin ivi:
61 prosent av teimum spurdu vildu varðveita skúlan, 58 prosent matvøruhandilin og 34 prosent læknamiðstøðina.

Kanningin vísti somuleiðis, at 15 prosent av teimum spurdu høvdu valt bygdarhúsið, 6 prosent bókasavnið og 4 prosent posthúsið. Men millum allar hesar stovnarnar liggur altso tann staðbundna kirkjan.

Her halda 10 prosent av teimum spurdu, at neyðugt er at varðveita kirkjuna í teirra bygd. Altso bert 10. hvør av teimum spurdu!

NÝTT SNÚNINGSPUNKT
Kanningin vísir greitt, at hóast kirkjan mangastaðni er einasti stovnurin eftir í smærru bygdunum, so høvdu danir í størri mun viljað havt atgongd til matvøruhandilin og bygdarhúsið.

Støðan er hon, at tá handlar og stovnar hvørva úr økinum, stendur – ella rættari sagt: stóð! - sóknarkirkjan eftir sum seinasti skansin, og helt saman uppá lokala samfelagið.

Soleiðis var áður, men í dag tykist vend at vera komin í, tí danir tykjast ikki longur at vera eins kirkjuhugaðir og áður: Kirkjan telist ikki longur millum stovnarnar, sum fólk helst vilja hava í bygdunum, vísir Jes Heise Rasmussen, sum er religiónssosiologur og lektari á Københavns Professionshøjskole á.

- Fara vit 40-50 ár aftur í tíðina, var kirkjan tað natúrliga snúningspunktið í bygdarsóknini og eitt greitt eyðkenni fyri heimstaðin. Hon var snøgt ikki eitt, ið ein dugdi at ímynda sær ikki var har.

- Men tá vit í dag biðja fólk um eina raðfesting, - ja, so er kirkjan langt aftanfyri skúlan og matvøruhandilin. Hetta vísir, at vit í dag taka teir stovnar, sum vit dagliga hava við at gera, fram um kirkjuna, sigur Jes Heise Rasmussen.

Og hann leggur aftrat: - Kirkjan hevur ikki sama týdning longur.
Vit enda hesa greinina við orðunum sum Jóan Karl Djurhuus byrjaði greinina við. Hesi orðini vísa greitt, hvussu stóran týdning tann lokala kirkjan hevur fyri summi:

”Tað hevði verið eitt grúiligt skil, um vit ikki høvdu havt kirkjuna!”

Meiri um týdningin av lokalu kirkjunum í komandi greinum.


Orð: Snorri Brend
Mynd: Jústinus Eidesgaard