Eitt framkomið land?

Politikkur14-01-2018 - 15:21 - Jóanis Nielsen

Nú verkfallið er av, liggja mær orð á hjartanum, sum eg noyðist at deila við fólkið í hesum landi.

Havi havt høvið at vera við allan vegin ígjøgnum prosessina, og havi tí havt høvið at eygleitt støðuna og havt støðuna tætt innat mær sjálvum fyri fyrstu ferð.
Niðurstøða mín er, at vit í hesum landinum ikki eru í námindi at kunna kallað okkum eitt framkomið land.

Hvønn verjur samfelagið?
Eitt verkfall gongur altíð útyvir onkran og okkurt. Tað er púra náttúrligt.
Fakfelagið hevur tey verkfalsvápn, sum samfelagið vil loyva teimum at hava. Og fakfelagið brúkar hesi vápn eftir sínum egna høvdi.
Farna verkfallið prógvar enn einaferð, at vápnið sum brúkt verður, rakar tey veikastu í samfelagnum, og at man ikki smæðist við at brúka hetta vápnið í sjálvsøkn, fyri at fáa nakrar krónur afturat.
Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um tað veruliga eigur at verða soleiðis, at tey veikastu í hesum samfelagnum absolut onga verju skulu hava í verkfalsstøðu?
Er tað í lagi, at ein sum hevur brúk fyri hjálp frá starvsfólki at passa andingartól sítt alt samdøgrið, skal ivast í um hann fær tað hjálp hann hevur brúk fyri til at anda, bara tí at verkfall er?
Er tað í lagi, at óhjálpin liggja heima í sínum egna skarni, bara tí verkfall er?
Er tað í lagi at ótti, ivi og óstabilitetur skal verða avleiðingin fyri okkara veikastu borgarar, bara tí verkfall er?
Er tað í lagi, at alilaksurin ið svimur í ringunum á sjónum hevur betri verkfalsverju enn veikastu borgararnir í landi okkara?

Samhugi?
Orðið samhugi hevur fingið annan týdning seinastu dagarnar, enn orðið hevur havt frammanundan.
Samhugi er ikki longur ósjálvsøkin.
Samhugi er nú nakað man vísur, fyri at at fáa minst líka nógv burturúr sjálvur, sum tann man vísur samhuga fyri.
Hóast hetta, trúgvi eg meira uppá tann ósjálvsøkna samhugan, og hóast eg ikki fari í verkfall, so fari eg at lýsa mín samhuga við teimum borgarum okkara, sum kalt og kyniskt eru offur fyri eini ótíðarhóskandi verkfalsskipan, og einum stýri í hesum landi, sum politiskt ikki megnar at gera manngarð um tey veikastu í landinum, tá tey eru fyri verkfalságangi.

Skipanin má broytast.
Skipanin har fakfelagið sjálvt tekur støðu til umbønir um verkfalsundantøk, má broytast.
Tað kann ikki verða rætt, at skal verða upp til stríðandi verkfalspartar at avgera, um onkur hevur tørv á hjálp til andingartól, hjálp til stuðul, hjálp til fylgjara á sjúkrahús o.a.
Púra greitt gekk fram undir samráðingunum millum partarnar, at fakfelagið ikki varð áhugað í at seta óhefta metingarnevnd at taka støðu til undantøkini, tí at fakfelagið vildi hava møguleikan at trýsta mótpartin í verkfalsstøðuni.
Man kann skilja fakfelagið um man blint hyggur við fakfelagseygum, men eg skilji tó ikki samfelagið, at samfelagið og politiska skipanin góðtekur hesa støðu, har ósekir, veikir samfelagsborgarar gerast miðdepil í eini verkfalsstøðu.
Í mínum hugaheimi eru vit í einum etiskum dilemma.
Tí heiti eg á nýstovnaða Etiska Ráðið, um at umhugsa at taka hendan problematikkin upp til viðgerðar.
Somuleiðis má politiska skipanin umhugsa, um tíðin ikki er komin at hevja mannarættindini hjá hesum veikastu samfelagsborgarum okkara uppum stríð og klandur á almenna arbeiðsmarknaðinum.
So leingi sum verandi skipan er galdandi, verður hon brúkt í stríðnum um mammon. Er tað í lagi?
Í dag eru vit ikki í nærheit av at kunna kalla okkum eitt framkomin samfelag, tí vit eiga at meta samfelagið eftir, hvussu tað tekur sær av veikastu samfelagsborgarunum sínum.

Brandur Sandoy,