Einki tekin um øktan áhuga úr Danmark

Politikkur05-12-2020 - 12:00 - Jóanis Albert Nielsen

Løgmanni kunnugt hevur ikki verið nakað samskifti verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska. Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Beintu Løwe Jacobsen, tingkvinnu, í einum § 52a fyrispurningi. Tingkvinnan vildi vita um donsk fiskiskip eru á veg í føroyskan sjógv at fiska, nú Brexit stendur fyri durum.

"Eg havi eisini spurt meg fyri hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum um teir kenna nakað til, at donsk skip vilja í føroyskan sjógv at fiska, um tey missa rættindi í bretskum sjógvi. Tað gera landsstýrismenninir ikki. Teir hava heldur ikki fingið fyrispurningar, áheitanir ella annað frá donsku fiskivinnuni um møguliga atgongd til føroyskan sjógv at fiska.", svarar løgmaður millum annað.

Sí svar løgmans her