Einki flogfar er uppiyvir Florida

top11-09-2017 - 07:59 - Jóanis Albert Nielsen

Ódnin Irma rakti seint í gjárskvøldi (okkara tíð) amerikanska statin Florida. Ódnin er minkað nakað í styrki síðani hon rakti meginlandi, men hóast tað ger Irma nógvan skaða. Tað er kolandi ódn í Florida, og tað sæst aftur á flogferðsluni í landinum. Á myndini omanfyri, sum er frá flightradar24.com, sæst at einki flogfar er uppiyvir statinum Florida.