Einki flogfar er fari úr Vágum enn

14-01-2018 - 11:52 - Jóanis Albert Nielsen

 Klokkan 08:30 í morgun skuldi fyrsta fráferðir úr Vágum verða í dag, tá ið morgunflogfarið hjá Atlantic Airways skuldi avstað, men tað er ikki fari enn, og væntast at fara nú klokkan 12. Hinar báðar fráferðirnar í dag eru eisini seinkaðar.

Fyrsta flogfarið ið skuldi seta seg á flogvøllinum í Vàgum í dag var flogfarið hjá SAS, sum eftir ætlan skuldi koma klokkan 11:30, men tað er eisini seinkað, og væntast at verða í Vágum klokkan 14:15. Eitt flogfar hjá Atlantic Airways skuldi eftir ætlan seta seg klokkan 13:40, men er útsett í ein tíma.

Komur: 

DAGURTÍÐVÆNTAÐFRÁFLOGFARSTATUS
14 JAN11:3014:15KEYPMANNAHAVNSK1777DELAYED 14:15
14 JAN13:4014:45KEYPMANNAHAVNRC453DELAYED 14:45
14 JAN18:15BILLUNDRC471
14 JAN19:45KEYPMANNAHAVNRC459

Fráferðir:
DAGURTÍÐVÆNTAÐTILFLOGFARSTATUS
14 JAN08:3012:00KEYPMANNAHAVNRC450BOARDING / DELAYED 12:00
14 JAN12:10KEYPMANNAHAVNSK1778
14 JAN14:3515:30KEYPMANNAHAVNRC456DELAYED 15:30