Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt

Politikkur04-06-2019 - 10:04 - Jóanis Albert Nielsen
Orðini hjá Anfinni Kallsberg, fyrrverandi løgmanni og formanni, komu mær til hugs, tá eg sat og hugdi eftir Degi og Viku í gjárkvøldið. Tað tykist heldur undrunarvert, at Kringvarpið sendir beinleiðis frá hólmgonguni millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin, men tá allir flokkar luttóku á kjakfundi í Løkshøll sunnukvøldið, var Kringvarpið ikki til staðar.

Eitt annað, ið eg undrist á, er, at valsendingarnar hjá Kringvarpinum, Borgin og Andgletturin, snúgva seg í stóran mun um loysing/samband, hóast bara tveir flokkar hava hetta sum aðalmál undir valstríðnum.

Hetta eru somu flokkar, sum fingu beinleiðis talutíð í Degi og Viku í kvøld. Og tað, eg harmist mest um, er, at longu fyri trimum vikum síðan avskrivaði Kringvarpið Fólkaflokkin.

Men eg felli ikki í fátt. Vit fella ikki í fátt. Vit stríðast fyri okkara sjónarmiðum, sjálvt um tey ikki hóva øllum. Vit stríðast fyri føroyskum áhugamálum, sjálvt um vit mangan standa einsamallir. Og sjálvt um KVF roynir at avskriva okkum, veit eg, at veljarin hevur seinasta orðið. Veljarin ger av, hvør vinnur annan sessin.

Sambandsflokkurin hevur longu tryggjað sær sætið í Fólkatinginum, men vit liggja nú stavn um stavn við hinar báðar stóru flokkarnar. Vit eru komnir til endaspurtin. Vit hava størstu framgongdina, men nú taka vit seinastu tøkini. Veljarin ger av, hvør vinnur. Tín atkvøða hevur alt at siga.

Eg veit, at um allir fólkafloksveljarar fara á val, vinna vit ikki bara fólkatingssessin, men vit vísa øllum hinum, at tú skal ongantíð undirmeta viljan og styrkina hjá fólkafloksveljarunum.

Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt.

Jørgen Niclasen
Formaður fólkafloksins og valevni til fólkatingsvalið