Eingin staðfestur smittaður seinasta samdøgnið

corona08-04-2020 - 09:35 - Jóanis Albert Nielsen

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5153 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgnið.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 131 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur eru innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.