Eingin smittutilburður staðfestur í gjár

corona01-03-2021 - 12:05 - Jóanis Nielsen

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

181 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru gjørdar 231.545 kanningar.

658 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Eingin persónur er smittaður í løtuni.