
Eingin smittutilburður í gjár
corona14-01-2021 - 12:06 - Jóanis Nielsen
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 636 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 213.054 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 647 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 623 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 24 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.