
Eingin nýggjur smittutilburður í gjár
corona12-01-2021 - 11:59 - Jóanis Nielsen
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 1264 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 211.803 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 646 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 618 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 28 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.