Eingin herskylda verður í Føroyum

Politikkur12-02-2020 - 21:52 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyingar hava ongantíð í søguni verið undir danskari herskyldu, og tað fara teir heldur ikki í framtíðini.Tað gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt undir orðaskiftinum um danska herskyldu í løgtinginum seint seinnapartin í dag.

Danski fólkaflokkurin legði herfyri uppskot fram á fólkatingi um, at bæði føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu. Sama uppskot frá sama flokki um føroyska og grønlendska herskyldu fall á fólkatingi í 2016.

“At ein einstakur danskur andstøðuflokkur leggur fram uppskot um at broyta reglurnar á økinum hevur ikki við sær, at danska stjórnin gongur hesum ynski á møti. Um tað skuldi komið so langt, so ivist eg ikki í, at landsstýrið verður partur av viðgerðini á hesum týdningarmikla øki, væntar Bárður á Steig Nielsen.

Sambært heimastýrislógini verða hernaðarviðurskiftini í Føroyum flokkað sum felagsmál, ið danir sita fyri. Føroyingar verða tiknir upp á ráð í verjumálum sambært Fámjinskjalinum, sum varð undirskrivað í 2005.

Samgongan hevur sett sær fyri, at føroyskir myndugleikar skulu tryggja sær størri innlit í og ávirkan á øll uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisk mál, ið hava týdning fyri Føroyar.

“Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru í einari góðari legu í løtuni. Vit eru í einum ríkisfelagsskapi við Danmark, har partarnir virða hvør annan og samstarva væl, og tí eri eg sannførdur um, at landsstýrið bæði fer at fáa størri innlit og størri ávirkan á øll uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisk mál í framtíðini,” sigur løgmaður.