Eingin føroyingur staðfestur smittaður

corona19-05-2020 - 12:20 - Jóanis Albert Nielsen

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 8.931 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.

Í gjár vórðu 68 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar vóru negativar. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.661 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.