Eingin føroyingur fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið

corona26-04-2020 - 10:05 - Jóanis Nielsen

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6588 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Í dag verða eftir ætlan gjørdar so fáar kanningar, at næstu ferð, nýggj kanningarúrslit fyri corona verða almannakunngjørd, verður týsdagin tann 28. apríl.