Ein smittutilburður staðfestur í gjár

corona13-01-2021 - 18:02 - Jóanis Albert Nielsen

Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna tríggjar dagar eftir komu.

Í gjár vórðu 615 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 212.418 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 647 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 619 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 28 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.