Mynd frá í dag

Ein sendari er farin at senda aftur - grindin er ikki longur samlað

Mentan04-10-2018 - 23:26 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgin er tað ein mánaði síðani at ein grind var funnin norðanfyri Vágoynna, og var rikin á Bø har hon var merkt. 

Grindin taldi eini 15-20 hval, og fimm hval fingu sendara festan á seg. Tíverri doyði ein hvalur á Bíggjarsandi.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari sigur við jn.fo, at eftir at hvalirnir vóru merktir, fóru teir suðuryvir, og ferðaðust í rennuni millum Rockall og Bretska landgrunnin. Í løtuni eru hvalirnir 720 fjórðingar suður úr Føroyum.

Ein sendari slóknaði longu eftir fimm døgum. Men fyri trimun døgum síðan byrjaði hann at senda aftur, og tá vísti tað seg, at hann var ikki saman við hinum hvalinum. Sostatt er hann farin sundur frá hinum eitt ella annað stað á leiðini, og hevur ferðast eystur yvir móti Bretska landgrunninum, og er nú sunnaliga í Hetlandsrennuni, 140 fjórðingar suður úr Føroyum.

Tíverri eru tveir sendarir givnir at senda, men enn senda tveir sendarir, og tað er at fegnast yvir.

Myndir: Tjóðsavnið