Ein klarinettkvartett úr Euskal Herria, Baskaralandinum í Spania á vitjan í Føroyum

mentan18-08-2017 - 14:40 - Jóanis Nielsen

Í hesi vikuni, 15. - 22. august 2017, er Urval Ensemble – ein klarinettkvartett úr Euskal Herria, Baskaralandinum í Spania á vitjan í Føroyum. Føroya Klarinettorkestur (FKO) hevur boðið ensamblinum til Føroya sum partur av størri samstarvsverkætlan í ár og næsta ár og eru fleiri partar við í hesum, bæði í Euskal Herria og í Føroyum.

Fyrsta stig í verkætlanini var ein kunningarferð til Baskaralandið í mai mánaði, har føroyskir musikklærarar hittu umboð fyri baskiskt mentanar- og musikklív.

Annað stig er so at Urval Ensemble er komið higar at undivísa musikkskúlanæmingum og at venja við FKO. Umframt spælir ensemblið 3 konsertir við felagsheitinum ”Basque Musical Fragrance”:

- Leygardagin hin 19. august kl. 16.00: Urval Ensemble og Føroya Klarinettorkestur í Skúlanum á Giljanesi.

- Sunnudagin hin 20. august kl. 16.00: Urval Ensemble konsert i Norðurlandahúsinum í Klingruni

Á skránni er m.a. baskiskur tónleikur og eitt nýskrivað verk, ”Humoresque Vulgaris Faroensis”, sum Pauli í Sandagerði hevur skrivað til Urval Ensemble til hetta høvið.

Urval Ensemble hevur síðani stovnanina í 2002 spælt røð av konsertum í Spaniu, umframt at bólkurin hevur verið boðin at spælt í fleiri altjóða festivalum, m. a. í 3rd European Clarinet Festival in Ghent i Belgien, Clarinet festival í Assisi í Italien og ClarinetFest 2012 í Nebraska, USA.

Baskiska kvartettin, sum spælir á tey ymisku ljóðførini í klarinettfamiljuni – B-klarinett,bassethorn og bassklarinett, koma at vitja hjá Føroya klarinettorkestur nú í august 2017 og er hetta ein partur av størri samstarvsverkætlan millum ensemblini bæði.

Triðja stig í samstarvinum er at FKO og Føroya Saxofonorkestur í 2018 fara konsertferð til Baskaralandið.

Stuðla verkætlanini hava Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Konsertfelagið, Norðurlandahúsið, Torshavnar kommuna og Musikkskúlin í Vágum.

Ólastova, den 14. august 2017

Peder Riis-Jensen

tlf. 51 84 54