Ein í leiðarahópinum hjá B36 er testaður positivur

corona12-08-2020 - 10:51 - Jóanis Albert Nielsen

Dysturin, sum skuldi verða á Skála mikukvøldið, er fyribils útsettur

Covid-19 testirnir, sum FSF kravdi av øllum hópum undan hesum umfarinum, vístu, at ein í leiðarahópinum hjá B36 varð testaður positivur.
Hetta hevur við sær, at dysturin hjá okkum á Skála mikukvøldið fyribils er útsettur.

Umstøðurnar kring tilburðin verða í løtuni kannaðar, og er B36 í tøttum samskifti við landslæknan og FSF um hetta. Fyrsta stigið í hesum er, at allur hópurin verður kannaður av nýggjum mikumorgunin, tað skrivar B36 á Facebook.