Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu - Mynd: www.FSF.fo

Ein góður heimavøllur hevur alt at siga

ítróttur22-05-2020 - 08:30 - Jóanis Albert Nielsen

– Tað er stórt og søguligt at síggja vestaru langsíðu á Tórsvølli vera komna so væl áleiðis, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nú reisigildi hevur verið í nýggja bygninginum


Undan Anniku Olsen hava fimm borgarstjórar havt leiðsluna á Vaglinum, meðan arbeitt hevur verið við heildarætlanini fyri Tórsvøll. Soleiðis ber til at rokna út, at verkætlanin hevur verið leingi ávegis, og øll árini hava verið merkt av góðum samstarvi millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya, umframt aðrar samstarvsfelagar á leiðini.

Vestara langsíða, sum umframt áskoðarapláss, eisini fer at húsa skiftingarrúmum, spælaratunli, og miðlafólki í samband við landsdystir, er næstseinasta byggistig á Tórsvølli.

Borgarstjórin sigur, at tá langsíðan er liðug næsta ár, skal farast undir økið sunnanfyri Tórsvøll sum skjótast, soleiðis at heildin verður snøgg og innbjóðandi fyri fólk í øllum aldri.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=p9Pu7BAU7cI&feature=emb_title]