Ein góðan bita – og síðani á ókeypis solo-konsert

mentan23-04-2018 - 22:12 - Jóanis Nielsen

VIÐAREIÐI: Mikudagin verður eitt serstakt høvi at samantvinna eina góða máltíð og eina spennandi solo-konsert við Signari í Homrum.

Tann altíð so væl upplagdi og væl dámdi Signar fer mikukvøldið – sum bæði er Flaggdagur og frídagur hjá mongum – at hava eina konsert í skúlanum á Viðareiði.

Vit kenna hann sum ein sangara, ið dugir sera væl at fanga áhoyraraskaran, annaðhvørt talan er um ungdóm ella tilkomin. Og mikukvøldið skipa viðingar tí fyri einum tiltaki, ið tey lýsa sum ein konsert fyri øll. Tað serstaka við konsertini er, at hon er ókeypis!
Konsertin við Signari byrjar klokkan 19, og var í slakar tveir tímar. Hann verður tó ikki einsamallur á palli, tí saman við honum kemur John Johansen, sum bæði syngur og spælir bass.
Samstundis við at konsertin verður fyriskipað, fara tey matglaðu starvsfólkini á Hotel Norð at seta saman eitt spennandi sjálvtøkuborð, sum eisini vendir sær til bæði børn og vaksin.

Hotellið letur dyrnar upp klokkan 16, og er opið líka til konsertin byrjar klokkan 19 í skúlanum, sum bara liggur 100 metrar frá hotellinum.
Ikki er neyðugt at tekna seg til ókeypis konsertina, men til sjálvtøkuborðið er neyðugt at boða frá. Ringjast kann til Bjarnhild í Buð, tlf. 253105, ella til Hotel Norð, tlf. 451244 og 217020 áðrenn klokkan 22 týsdag.
Vælkomin til góðan mat og eina super solo-konsert á Viðareiði Flaggdagin 2018!